Barnaheimið hjá Hitler kanska rívast niður

Barnaheimið hjá Hitler kanska rívast niður
Stjórnin í Eysturríki hevur givið loyvi til, at barnaheimið hjá Adolf Hitler verður tikið niður. Søgufrøðingar kunnu kortini forkoma ætlanini
Húsini, har Adolf Hitler varð borin í heim, skulu rívast niður, hevur stjórnin í Eysturríki samtykt. Enn er kortini óvist um húsini verða tikin niður
Mynd: AP  
 
14.07.2016 - 16:16

Barnaheimið hjá Adolf Hitler í eysturríksa býnum, Braunau am Inn, verður søga. Í øllum førum um tað stendur til stjórnina, ið hevur givið loyvi til, at húsið verður rivið niður.

Myndugleikarnir í býnum eru ikki longur áhugaðir í, at nýnasistar gera vallaraferðir til býin fyri at verða avmyndaðir framman fyri húsini hjá Führer, sum hann eisini varð nevndur.

Heimið hjá Hitler hevur síðani seinna heimsbardaga verið leigað út til stjórnina, ið hevur brúkt tað til heim fyri fólk, ið bera brek, skrivar politiken.dk

Nøkur vilja varðveita húsini

Enn er óvist, um ætlanin verður framd í verki. Ein bólkur av søgufrøðingum skal meta um søguliga virðið á bygninginum er so stórt, at húsini skulu varðveitast.

Nøkur fólk í Braunau am Inn halda, húsið skal brúkast til at húsa flóttafólkum. Onnur halda, at eitt savn skal gerast í húsunum meðan nøkur halda, húsini skulu takast niður.

Barndómsheimið hjá Hitler hevur staðið tómt síðani 2011. Eysturríkski staturin hevur goldið 36.000 krónur í leigu hvønn mánað tey síðstu fimm árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659