Fordøma álopið í Fraklandi

Fordøma álopið í Fraklandi
Nógv lond fordøma og harmast álopið í Nice hóskvøldið, sum higartil hevur kravt 84 mannalív
 
15.07.2016 - 09:41

Týski kanslarin, Angela Merkel, sigur, at Týskland stendur lið um lið við Fraklandi og nógvum øðrum í stríðnum móti yvirgangi.

- Eg eri sannførd um, at vit fara at vinna stríðið, hóast nógvar trupulleikar, sigur Angela Merkel.

Nýggi bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, fordømir eisini álopið í einum stuttum boðum á sosiala miðlinum, Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Russiski forsætisráðharrin, Dmitri Medvedev, hevur sent samkensluheilsan til Fraklands, og til tey, sum líða undir hatska álopinum í Nice og familjur teirra.

Men meðan útheimurin fordømir álopið, arbeiða løgregla og kanningarfólk framvegis við at fáa greiða á, hvør skipaði fyri álopinum.

SÍ EISINI Føroysk kvinna í Nice: Tað kennist óveruligt

Álopið varð framt á strandpromenaduni í Nice, har fleiri hundrað fólk vóru savnað fyri at síggja fýrverk í sambandi við, at tjóðardagur var í Fraklandi í gjár.

Nú fyrrapartin skriva fjølmiðlar, at framvegis liggja offur á gonguvegnum fram við strondini fjald undir bláum løkum.

Sambært franska blaðnum, Le Figaro, verða tey flutt, tá kanningararbeiðið er komið longri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Leygardag 3. januar
PLÁTUPANELIÐ #36 (1991)
202206
Leygardag 3. januar
Jambalaja - 030126
202205
Leygardag 3. januar
Upp á tá - 020126
202204
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132