Løgmaður sendir samkensluskriv

Løgmaður sendir samkensluskriv
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur vegna Føroya fólk sent samkensluskriv til franska forsetan, Francois Hollande
Eg eri tungur í huga, nú Frakland aftur er rakt av skelkandi yvirgangsatsókn, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samkensluskrivi
 
15.07.2016 - 11:07

- Yvirgangsatsóknin í franska býnum Nice er ófatiligur óndskapur. Eg eri tungur í huga, nú Frakland aftur er rakt av skelkandi yvirgangsatsókn, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

- Aftur hesaferð eru fullkomiliga verjuleys fólk offur fyri yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa, sigur løgmaður í almennari fráboðan.

- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659