Minst 84 fólk dripin í yvirgangsatsókn

Minst 84 fólk dripin í yvirgangsatsókn
Ein lastbilur koyrdi hóskvøldið inn í stóra mannamúgvuna, sum var savnað fyri at hátíðarhalda franska tjóðardagin, Bastilledagin, í Nice
Minst 84 fólk vórðu dripin, tá ein lastbilur koyrdi inn í mannamúgvur eftir einum strekki upp á tveir kilometrar í suðurfranska býnum, Nice, hóskvøldið
Mynd: AP  
 
15.07.2016 - 07:51

18 fólk eru skadd og eru í livsvanda, og fleiri eru særd, skrivar franska blaðið, Le Figaro, eftir yvirgangsatsóknina í suðurfranska býnum hóskvøldið.

Myndugleikar á staðnum upplýsa, at løgreglan í Nice skeyt og drap lastbilføraran, sum, sambært tíðindastovuni AFP, eisini skeyt inn í mannamúgvuna, meðan hann koyrdi.

Tað er enn ikki váttað, hvør persónurin er, og um hann varð einsamallur um at fremja álopið. Keldur í løgregluni upplýsa fyri AFP, at samleikapappír eru funnin í lastbilinum, sum ein 31 ára gamal fransk-tunesari, sum býr í Nice, eigur.

Fleiri børn millum tey deyðu

Eingin bólkur ella felagsskapur hevur higartil tikið ábyrgdina av álopinum. Franski forsetin, Francois Hollande, segði í sjónvarpstalu í nátt, at hetta er yvirgangur.

- Yvirgangur er enn einaferð framdur móti Fraklandi. 77 eru deyð, teirra millum fleiri børn, segði forsetin í røðu í nátt.

Meira enn 100 eru særd. Tað var klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið lokala tíð, á høvuðsgøtuni í Nice, Promenade des Anglais, at álopið byrjaði.

Koyrdi gjøgnum mannamúgvur

Ein hvítur lastbilur koyrdi spakuliga móti mannamúgvuni og spitaði síðani upp. Lastbilurin pløgdi við nógvari ferð fólk niður og náddi at koyra tveir kilometrar, áðrenn hann varð steðgaður.

Vitni siga við bretska blaðið, The Guardian, at førarin koyrdi zik-zak, so hann kundi raka so nógv sum møguligt. Franska antiterrordeildin hevur, sambmært AFP, yvirtikið arbeiðið at kanna yvirgangsatsóknina.

13. november í fjør var yvirgangsatsókn framd móti Paris, sum víðgongdi yvirgangsfelagsskapurin, IS, skipaði fyri. Tá lótu 130 fólk lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797