Avdúka valdsbýtið í Turkalandi

Avdúka valdsbýtið í Turkalandi
WikiLeaks fer at kunngera 100.000 skjøl um valdsskipanina í Turkalandi, hevur felagskapurin kunngjørt eftir miseydnaðu kvettroyndina
Felagsskapurin WikiLeaks ætlar nú at kunngera 100.000 higartil loynilig skjøl, ið avdúka valdsbýtið í Turkalandi í kjalarvørrinum á kvettroyndini fríggjadagin
Mynd: AP  
 
19.07.2016 - 10:44

WikiLeaks arbeiðir fyri, at fólk skulu fáa innlit í almennu skipanina. Boðini um turkisku skjølini koma eftir, at herurin í Turkalandi fríggjakvøldið royndi at taka valdið frá Erdogan, forseta.

Felagsskapurin WikiLeaks gjørdist av álvara kendur um heimin, 5. apríl 2010, tá felagið almannakunngjørdi eitt amerikanskt sjónvarpsbrot frá einum álopi í Bagdad í Irak.

Tað var 25 ára gamli amerikanski hermaðurin, Bradley Manning, sum gav WikiLeaks upptøkuna, og hann er seinni dømdur. Upptøkan vísti, at amerikanski herurin gjørdi av við fleiri sivilfólk, og tvey tíðindafólk hjá Reuters.

Í juli sama ár, almannakunngjørdi WikiLeaks 90.000 hernaðarskjøl um kríggið í Afghanistan. Nú verða so 100.000 um valdsbýtið í Turkalandi almannakunngjørd, boðar felagskapurin frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659