Matvørurisar avtalaðu prísin í minst 10 ár

Matvørurisar avtalaðu prísin í minst 10 ár
Fleiri stórar amerikanskar fiskivinnufyritøkur eru undir illgruna fyri at hava avtalað fiskaprísir í minst 10 ár. Løgmálaráðið hevur nú stevnt
 
21.07.2016 - 09:49

Talan er serliga um tunfisk í dós og aðrar fiskavørur í dós, sum halda sær leingi. Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt fyritøkunum, skrivar Undercurrent News.

Fleiri av bæði fyrrverandi og núverandi stjórum í fyritøkunum eru undir illgruna í málinum. Fyrst vóru tað fyritøkurnar, Bumble Bee Foods, Starkist og Chicken at the Sea, ið vóru undir illgruna fyri at hava avtalað at lata minni í dósirnar, enn tað stóð á teimum.

Nú er ákæruritið broytt, so bæði fyrrverandi og núverandi stjórar í fyritøkunum, eru ákærdir. Ólógligu avtalurnar, sum eru gjørdar, hava eitt marknaðarvirði, sum er 17,5 milliardir krónur.

Stóð við í nógv ár

Avtalaðu prísirnir hava staðið við frá 2003 til 2015, stendur í ákæruritinum. Tað er tailendska felagið, Thai Union, sum eigur Chicken of the Sea.

Í fjør var felagið í ferð við at keypa Bumble Bee. Men avtalan varð ikki framd, tí amerikansku myndugleikarnir vóru farnir undir at kanna viðurskiftini í amerikansku fiskivinnuni.

Í ákæruritinum sæst, at avtalaðu mannagongdirnar hildu fram, til kanningin varð sett í verk. Einki av feløgunum vil gera viðmerkingar til ákærurnar skrivar Undercurrent News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979