Flóttafólk á grønlendskum trolara

Flóttafólk á grønlendskum trolara
Tveir dreingir úr Sýria vórðu í gjár funnir umborð á einum grønlendskum trolara, sum javnan landar í Føroyum
Tveir 17 ára gamlir dreingir vórðu mánadagin funnir umborð á Acadian Gale, ið regluliga hevur landað í Føroyum, tá skipið var á veg úr Nuuk til Kanada
Mynd: knr.gl  
 
18.10.2016 - 15:41

Tveir 17 ára gamlir dreingir, ið eru ættaðir úr Sýria, vórðu mánadagin funnir umborð á trolaranum, Acadian Gale, tá skipið fór úr Nuuk til Kanada.

Skipið hevði tá siglt í tveir dagar. Teir báðir dreingirnir ætlaðu at flýggja til Kanada, tá maningin fann teir, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Acadian Gale vendi aftur til Nuuk, har løgreglan nú hevur yvirtikið málið. Hetta er fyrstu ferð, at reiðaríið hevur funnið flóttafólk umborð á skipum hjá sær.

Grønlendska løgreglan kannar í løtuni, hvussu teir báðir dreingirnir eru komnir umborð á skipið og hvaðan teir eru komnir áðrenn teir komu umborð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659