Reisa ikki ákæru móti Clinton

Reisa ikki ákæru móti Clinton
Amerikanska samveldisløgreglan ger ikki meira við eitt mál um, hvussu Hillary Clinton hevur handfarið loyniligar teldupostar
 
07.11.2016 - 08:47

FBI ger ikki meira við teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum Hillary Clinton. Tað boðaði James Comey, stjóri í FBI, frá sunnukvøldið.

Amerikanska samveldisløgreglan hevur annars hugt eftir teldupostunum hjá Clinton enn eina ferð, men har var einki revsivert at finna, staðfesta tey.

Komu til somu niðurstøðu í summar

Ta somu niðurstøðuna kom FBI fram til í juli, tá tey hugdu at teldupostunum á fyrsta sinni, men í báðum førum var niðurstøðan hin sama.

Í Clinton-leguni fegnast tey um avgerðina hjá FBI og verður tað mett sum ógvuliga avgerandi, nú amerikanarar skulu taka støðu til, hvør skal vera næsti forsetin.

Málið við teldupostunum hjá Clinton byrjaði í mars 2015. Tá kom tað fram, at Clinton hevði nýtt sína egnu privatu teldupostadressu í starvi sínum sum uttanríkisráðharri.

Clinton hevur verið gáloysin

Í juli 2015 kom fram, at teldupostar, ið vóru stemplaðir sum loyniligir, vóru á privatu teldupostadressuni. Tá var tað, at FBI fór undir at kanna til samans 30.000 teldupostar hjá Clinton.

Í juli í ár kom niðurstøðan. Hillary Clinton hevði einki revsivert gjørt, men hon hevði verið ógvuliga gáloysin í handfaringini av loyniligu teldupostunum.

Tann 28. oktober tók FBI málið uppaftur, hesa ferð hugdu tey at 1000 øðrum teldupostum, men í gjárkvøldið var greitt, at tey ikki gera meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659