Eldur í sethúsum við Norðskála

Eldur í sethúsum við Norðskála
Ein kvinna og eitt barn vórðu send á sjúkrahús til kanningar eftir at eldur kom í eini hús við Norðskála í nátt
 
15.11.2016 - 08:09

Eldur var í einum sethúsum við Norðskála í nátt. Eldurin er helst kyknaður í ella við eina sofu. Ein kvinna og eitt barn vóru í húsinum, og tey vaknaðu av, at roykávaringin fór at ýla. 

Sunda Sløkkilið kom á staðið og sløkti eldin, og boð vórðu eisini send eftir sjúkrabili, tí móðir og barn vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran. 

Tað er enn ikki greitt, hvussu stóran skaða húsini hava fingið, men tøkningar frá løgregluni fara í morgin at kanna eldin. 

Húsini fingu tó stóran roykskaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Helgi Magnusarson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542