Lønarbýtið kann nú greinast nærri

Lønarbýtið kann nú greinast nærri
Hagstova Føroya kann nú síggja, hvussu stórur partur av útgoldnum lønum í Føroyum ávikavist koma frá tí almenna og tí privata
Nú ber til at síggja, hvussu stórur partur av samlaðu lønarútgjaldingunum í Føroyum stava frá ávikavist privata og almenna geiranum
 
07.12.2016 - 11:52

Nú kanst tú síggja, hvussu nógv verður útgoldið til løntakarar í privatu vinnuni og hvussu verður útgoldið til fólk í almennum størvum.

Hetta hevur hetta higartil ikki verið so einfalt, men nú ber til á fyrsta sinni at gera útgreiningar eftir privata og almenna geiranum, skrivar Hagstovan.

Almennu lønirnar stóðu í 2015 fyri 43 prosent av samlaðu lønarútgjaldingunum. Tað vísa tøl, Hagstova Føroya hevur greinað sambært stovninum.

Fleiri fyrivarni takast

Tølini, sum vísa lønarbýtið, skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí nógv ymisk atlit skulu takast, tá lønarbýtið verður greinað nærri.

Eitt nú eru B-inntøkur, fríir ágóðar og pensjónir ikki roknað við í hagtølunum, sum vísa býtið millum almennar og privatar lønarútgjaldingar.

Fyrstu hagtølini kunnu eisini verða merkt av óvissu, tí hetta er fyrstu ferð, at lønarútgjaldingarnar verða greinaðar á henda hátt, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846