Dagføring: Anis Amri er skotin og deyður

Dagføring: Anis Amri er skotin og deyður
24 ára gamli tunesarin, Anis Amri, sum hevur verið undir illgruna fyri at hava koyrt inn í eina mannamúgvu í Berlin mánakvøldið er skotin í Milano
Her sæst Amri liggja eftir skotbardagan í Milano
Mynd: bt  
 
23.12.2016 - 11:28

Tað váttaði italski innanríkisráðharrin, Marco Minniti, á tíðindafundi fyrrapartin. Løgreglan skeyt Anis Amri í nátt á eini tokstøð í einum forstaði uttan fyri Milano.

Løreglan steðgaði Anis Amri og bað hann um at vísa samleikaprógv. Eftirlýsti maðurin tók eina skammbyrsu fram, skeyt og særdi ein løgreglumann. Løgreglan svaraði aftur, og skeyt og drap Anis Amri. Italski innanríkisráðharrin leggur dent á, at tað er eingin ivi um, at maðurin, sum er skotin, er Anis Amri, sum hevur verið eftirlýstur um allan heimin síðani atsóknina í Berlin.

Særdi løgreglumaðurin varð lagdur inn á sjúkrahús, men livir væl eftir umstøðunum. Reuters skrivar, at løgreglan visti, at gerningsmaðurin var í Milano, og hann varð eyðmerktur við fingramerkjum. Bæði samleikaskjøl og fingramerki hjá Anis Amri vórðu funnin í lastbilinum, sum koyrdi á mannamúgvuna. Hildið verður, at Anis Amri er farin úr Berlin við toki gjøgnum Týskland og Frakland til Italia.

12 fólk doyðu í atsóknini í Berlin mánakvøldið, og 49 fólk vórðu løgd inn á sjúkrahús við løstum. Anis Amri var 17 ára gamal, tá hann flýddi úr Tunis til Italia, og haðani fór hann víðari til Týsklands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233