Løgdu ætlanir um yvirgang

Løgdu ætlanir um yvirgang
Tveir menn í spanska høvuðsstaðnum eru handtiknir, tí vandi var fyri, at menninir fóru at fremja yvirgang, siga myndugleikarnir
Vandi var fyri, at tveir menn í Spania, sum nú eru handtiknir, skuldu fremja yvirgang. Í íbúðini hjá monnunum varð hald lagt á vápnalóður og samskiftisútgerð
Mynd: AP  
 
29.12.2016 - 10:11

Spanska løgreglan hevur handtikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri yvirgang, boðar spanska innanríkisráðið frá sambært tíðindastovuni Ritzau.

Politikeldur siga, at veruligur vandi var fyri, at menninir skuldu fremja yvirgangsálop. Í íbúðini hjá monnunum varð hald lagt á vápnalóður og samskiftisútgerð.

175 fólk tikin

- Men vit funnu ikki sjálv vápnini, siga keldurnar. Lóðrið er av sama slagi, sum varð brúkt til yvirgangsálopini í París og Brússel, skrivar RTVE í Spania.

Menninir, sum eru 18 og 25 ára gamlir, eru ættaðir úr ávíkavist Marokko og Gambia.

Síðani 2015 hava sponsku myndugleikarnir handtikið til samans 175, sum hava verið undir illgruna fyri at vera víðgongdir islamistar, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659