Brimil sleipað Búgvan og Norðheim

Brimil sleipað Búgvan og Norðheim
Vørn upplýsir, at Brimil hevur sleipað tvey skip til lands í dag og í gjár
 
01.02.2017 - 15:00

Mánakvøldið boðaði trolbáturin Búgvin frá, at teir høvdu fingið trolið um skrúvuna. Teir vóru staddir á Skeivbanka, har teir trola eftir havtasku.

Brimil kom til Búgvan um tveytíðina týsnáttina og sleipaði hann til Vestmanna, hagar skipini komu klokkan ellivu fyrrapartin í gjár.

Í morgun klokkan fimm komu so boð frá skeljabátinum Norðheimi um, at teir høvdu maskintrupulleikar stutt suður úr Eystnesi.

Brimil var hjá Norðheimi longu klokkan sjey og sleipaði hann til Oyrar, hagar skipini komu klokkan tíggju - bert fimm tímar eftir, at Norðheim bað um hjálp. Norðheim dreggjar eftir skeljum eystan fyri Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329