Birna fer til gravar í dag

Birna fer til gravar í dag
20-ára gamla Birna Brjánsdóttir, sum varð dripin 14. januar, verður borin til gravar í dag. Ein maður er skuldsettur og varðhaldsfongslaður
 
03.02.2017 - 08:47

Rætturin í Reykjavík longdi í gjár varðhaldsfongslingina hjá manninum við 14 døgum, men maðurin hevur kært hesa avgerðina.

Tað upplýsir Unnstein Ørn Elvarsson, verji hjá manninum, fyri RUV.

Maðurin sigur seg verða ósekan.

Í dag verður Birna Brjánsdóttir borin til gravar. Foreldrini hava heitt á fjølmiðlar um ikki at taka nærmyndir av familjuni.

Birna Brjánsdóttir varð dripin 14. januar og eina viku seinni varð hon funnin í sjóarmálanum við Selvogsvita, 50 km uttanfyri Reykjavík.

Leygardagin gingu millum 6-8.000 fólk minnisgongu í miðbýnum í Reykjavík til minnis um Birnu Brjánsdóttir. 

Jarðarferðin verður úr Hallgrímskirkjuni í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542