Upp í 13.000 fangar avrættaðir í Sýria

Upp í 13.000 fangar avrættaðir í Sýria
Teir eru hongdir í víðagitna Saydnaya-fongslinum í Sýria, síðani uppreisturin móti Bashar al Assad-forseta brast á í 2011, skrivar Amnesty
Saydnaya-fongslið í Sýria
Mynd: Amnesty  
 
07.02.2017 - 16:16

Amnesty skuldsetur Sýria fyri at brúka hernaðarfongslið norðanfyri Damaskus sum eitt menniskjaligt sláturhús, har hópavrættingar javnan verða framdar eftir stutta tilvildarliga rættarviðgerð.

84 fyrrverandi fangar, fangavørðar, dómarar og sakførarar vitna um avrættingar, sum, sambært Amnesty, eru brotsverk móti mannaættini.

Upp í 50 deyðadømdir fangar vórðu avrættaðir í senn nakrar ferðir um vikuna, - oftast um náttina mánadagar og mikudagar.

Í kjallaran

Tey, sum skuldu heingjast vistu ikki, hvat bíðaði teimum, men tey hildu, at tey skuldu flytast til annað fongsul. Tey vórðu í staðin koyrd oman í kjallaran, har tey vórðu dømd og ofta illa viðfarin áðrenn tey vórðu hongd.

Tilvildarligu rættarmálini við ein hernaðardómstól vardu vanliga í einar tveir minuttir. 

Dómarnir vóru grundaðir á, at fangin hevði játtað seg sekan, og tað var, sambært Amnesty, gjørt við harðskapi, har fangarnir eitt nú vórðu tvingaðir til at neyðtaka aðrar fangar.

Familjan veit einki

Fangarnir fingu ongan sakførara, og flestu fangarnir eru tað, sum rópt verður "horvnir" og koyrdir í fongsul uttan at familja teirra veit tað.

Fangarnir, sum vórðu hongdir, hingu í 10-15 minuttir, og teir, sum ikki vórðu deyðir tá, tóku fangavørðarnir niður og brutu nakkan á, greiðir ein dómari frá.

Líkini av teimum avrættaðu verða í lastbilum flutt til hópgravir. 

Mótstøðufólk

Saydnaya er 30 km norðanfyri Damaskus, og er millum størstu fongsul í Sýria, og har sita fleiri túsund fangar.

Amnesty International skrivar, at einasta brotsverk hjá hesum fólkum er, at tey eru ímóti stýrinum hjá Bashar al Assad.

Talan er um mótmælisfólk, politiskar andstøðingar, mannarættindastríðsfólk, journalistar, læknar, neyðhjálparfólk og lesandi.

Leggja trýst á

Amnesty International krevur, at ST í stundini kannar, um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini verða framd har.

Amnesty krevur eisini, at Russland og Iran leggja trýst á sýrisku stjórnina um at steðga avrættingunum. 

Amnesty hevur tosað við tilsamans 84 vitni, - av teimum eru 4 fangavørðar, 31 fangar, dómarar, læknar, sakførarar og altjóða serfrøðingar, og 22 avvarðandi, skrivar svenska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723