Grundlógaravhoyring um harðskap

Grundlógaravhoyring um harðskap
Ein maður, síðst í 20-unum, er til grundlógaravhoyring í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn
Føroya rættur byrjaði klokkan 13:30 grundlógaravhoyring av einum manni síðst í 20-unum, í einum máli um harðskap
 
08.02.2017 - 13:42

Maðurin varð handtikin um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið. Hann er skuldsettur fyri at hava framt harðskap móti einum manni síðst í 30unum.

Skuldsetti skal hava sligið, sparkað og trampað mannin í høvdið, so at neyðugt varð at flyta mannin á Landssjúkrahúsið.

Vaktleiðarin á politistøðini, Heri Andreassen, sigur, at møguliga hevur maðurin brotið okkurt í høvdinum. Grundlógaravhoyringin byrjaði klokkan 13:30 í dag.

Hetta er fyrsta harðskapsmál í ár. Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so høvdu tá longu verið 15 harðskapsmál frá 1. januar til 8. februar, sigur Heri Andreassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329