Maður dripin í Malmö

Maður dripin í Malmö
Ófriðurin í suðursvenska býnum heldur fram. Leygarkvøldið vórðu tveir menn skotnir, annar er deyður, hin illa løstaður
Aftur í nátt var ein skottilburður í suðursvenska býnum, Malmö. Ein maður doyði
 
05.03.2017 - 09:44

Ein maður varð dripin og ein annar illa løstaður tá skotbardagi var í Malmö í Suðursvøríki leygarkvøldið, skrivar svenska blaðið, Kvällsposten, á netinum, sambært Ritzau.

Tann eini maðurin varð funnin í einari gøtu, og hin maðurin varð funnin í einari íbúð tætt við, har fyrri maðurin varð funnin. Løgreglan hevur ikki handtikið nakran í málinum enn.

Stórt øki avbyrgt

- Fleiri skot hoyrdust. Eg havi tosað við eitt vitni, ið sigur talan var um seks-sjey skot. Eg síggi seks-átta politibilar, ið hava avbyrgt eitt størt øki, sigur eitt tíðindafólk hjá blaðnum.

Beint fyri midnátt upplýsti ein talskvinna á einum sjúkrahúsi, at annar maðurin, sum varð skotin leygarkvøldið, var deyður av løstunum, hann fekk, skrivar blaðið Kvällsposten.

Hetta er langt frá eitt eindømi, at skotbardagar eru í suðursvenska býnum. Bara síðani januar í fjør eru til samans 16 fólk deyð eftir skotbardagar í Malmö, vísa hagtølini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039