Húsaprísirnir hækka enn

Húsaprísirnir hækka enn
Prísurin á húsum í Føroyum veksur framvegis. Prísvøksturin í Havn var í 2016 tríggjar ferðir størri enn í smáu bygdunum í landinum
Sethúsaprísurin í Føroyum hækkar enn, bæði í Havn og á bygd. Prísvøksturin var kortini væl størri í høvuðsstaðnum enn í smáu bygdunum í fjør
 
07.03.2017 - 18:32

Prísurin á húsum í Havn hækkaðu 17 prosent í fjør. Sambært Eik banka, ið síðani 1985 hevur gjørt eitt yvirlit um sethúsaprísir, hækkaði meðalprísurin í Havn 370.000 krónur í fjør.

Prísurin fór úr tveimum milliónum og 140.000 krónur upp í tvær milliónir og 510.000 krónur. Uttan fyri høvuðstaðin hækkaðu prísirnir ikki eins nógv. 

Í størri bygdum og býum í Føroyum hækkaðu prísirnir í meðal 8,2 prosent, í smáu bygdunum hækkaði húsaprísurin 4,9 prosent.

Sambært tølunum hjá Eik vórðu 117 hús seld í Havn, Hoyvík og á Argum í fjør. 123 hús blivu seld í stórum bygdum og í býum og 128 í smáum bygdum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558