Nøvnini ikki kunngjørd

Nøvnini ikki kunngjørd
Offrini í yvirgangsatsóknini í Stokkhólmi eru nú eyðmerkt, men nøvnini á teimum deyðu eru tó ikki almannakunngjørd enn
 
10.04.2017 - 12:03

Eitt av nøvnunum er tó komið fram í almenninginum. Tað er bretin Crispin Bevington, sum er stjóri í stroymingarfyritøkuni, Spotify.

Bæði familja og arbeiðspláss vátta, at Crispin, vanliga nevndur Cris, var eitt av teimum fýra offrunum. Hann búði í Stokkhólmi við konu og tveimum børnum.

SÍ EISINI Undrast á hví gerningsmaðurin var í Svøríki

Hinni, sum doyðu, vóru ein belgiarar og tveir sviar. Ein av sviunum var ein 11 ára gomul genta, sum var á veg heim úr skúla.

11 ára gamla gentan hevði tosað í telefon við mammu sína fáar minuttir áðrenn atsóknina, og tær báðar høvdu avtalað at hittast í undirgrundarbreytini.

Belgiska offrið var ein 31 ára gomul kvinna, sum var á vitjan í Stokkhólmi. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan er handtikin undir illgruna fyri atsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659