Búskaparlig kreppa í Venesuela

Búskaparlig kreppa í Venesuela
Venesuela fer á húsagang um stutta tíð, vænta eygleiðarar.
 
26.04.2017 - 08:56

Eygleiðarar siga seg ikki ivast í, at Venezuela fer á húsagang um stutta tíð.

Búskaparliga støðan í Venezuela versnar dag fyri dag, og nú eigur landið skjótt ongar pengar eftir. Annað árið á rað hevur landið fingið keðiliga heiðurin at hava vánaligastu búskaparligu útlitini í heiminum.

Seinastu tíðina hevur nógvur ófriður verið í landinum, og nú boðar amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, frá, at Venezuela ikki eigur  nakrar pengar.

Sagt verður, at landið hevur umleið 70 milliardir kr. í tøkum peningi, men meginparturin er í gulli, sum ikki er so lætt at selja. 

Tí hevur landið einki trygdarnet, og haraftrat skal landið í ár rinda 41 milliardir kr. í lánum aftur.

Oljan svíkur

Vánaliga gongdin kemur av, at 96 prosent av inntøkunum stava frá olju, og nú oljuprísurin er fallin, fær landið munandi minni inntøkur.

Samstundis er sølan av olju minkað, tí ráð eru ikki til at gera íløgur.

Og tá útlitini eru so vánalig, vil eingin lána landinum pengar.

Í 2011 átti Venezuela 208 milliardir kr. í tøkum peningi, og longu í 2012 var peninganøgdin minkað við 139 milliardum kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659