Fýra amerikanarar afturhildnir í Norðurkorea

Fýra amerikanarar afturhildnir í Norðurkorea
Norðurkoreanskir myndugleikar halda nú enn einum amerikonskum ríkisborgara aftur. Hetta er fjórði amerikanarin, sum verður afturhildin í landinum
Amerikanarin, sum arbeiddi á lærda háskúlanum fyri Vísind og Tøkni í høvuðsstaðnum, Pyongyang, er handtikin, tí hann er undir illgruna fyri at skaða norðurkoreansk áhugamál.
 
07.05.2017 - 16:15

Norðurkoreanskir myndugleikar hava tikið avgerð um at halda enn einum amerikanskum ríkisborgara aftur. Tað skrivar tíðindastovan KCNA, sambært Ritzau.

Amerikanarin, Kim Hak Song, sum arbeiddi á lærda háskúlanum fyri Vísind og Tøkni í høvuðsstaðnum, Pyongyang, er handtikin, tí hann er undir illgruna fyri at skaða norðurkoreansk áhugamál, stendur í eini fráboðan frá norðurkoreanskum myndugleikum.

Verður fráboðanin váttað, so er talan um fjórða amerikanska ríkisborgaran, sum verður hildin aftur í afturlatna landinum, skrivar Reuters.

Tríggir aðrir afturhildnir

Ein annar amerikanari, Kim Sang Dok, varð afturhildin síðst í apríl í PyongYang. Hann var gesta-fyrilestrarhaldari á sama lærda háskúla í Pyongyang, og løgreglan handtók hann, tá hann skuldi av landinum aftur.

Hinir báðir amerikansku fangarnir eru ein háskúlalesandi og ein prestur - báðir hava fingið áralangar fongsulsrevsingar.

Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava verið serliga spent seinastu mánaðirnar, eftir at bæði londini hava hótt við rakett-álopum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV