Sí upptøkuna: Fingu skriðulop á video

Sí upptøkuna: Fingu skriðulop á video
100 skúlanæmingar fingu seinnapartin í gjár eina óvæntaða uppliving, tá teir vitjaðu Geirangerfjorden í Noregi
Soleiðis sá tað út, tá eitt skriðulop var í Geirangerfjorden í Noregi seinnapartin í gjár
Mynd: Skíggjamynd/Sunnmørsposten  
 
09.05.2017 - 09:48

Eitt skriðulop var seinnapartin mánadagin umleið 500 metrar vestan fyri Friaren í Geirangerfjorden í Noregi, tætt við fossin, ið nevnist "Tær sjey systrarnar."

Sí upptøkuna niðanfyri

Beint tá vóru næmingar frá einum norskum háskúla á vitjan ikki so langt frá, har skriðan í Geirangerfjorden leyp. Tað eydnaðist einum vitjandi at fáa upptøku av skriðulopinum.

- Vit hoyrdu ein harðan smell, og sóu grót, sum rapaði. Tað var merkisvert, sigur Mathias Etnestad, ið sá skriðulopið í fjørðinum, við blaðið, Sunnmørsposten, smp.no

Nógvar brattar fjallasíður eru í Geirangerfjørðinum í Noregi. Tí er tað ikki óvanligt, at skriðulop eru har á leiðini. Tað er kortini sjáldsamt, at tað eydnast fólki at fáa upptøkur av skriðulopunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659