Hetta elvdi til flóðalduna

Hetta elvdi til flóðalduna
Arktisk kommando hevur nú kunngjørt eina mynd, sum vísir skriðulopið, ið elvdi til flóðalduna í Grønlandi um vikuskiftið
Hetta er økið, sum leyp leygarkvøldið, sum elvdi til ógvusligu flóðalduna í Karrat-fjørðinum í útnyrðingspartinum í Grønlandi. Økið er 300 ferðir 1100 metrar stórt
Mynd: Arktisk kommando  
 
19.06.2017 - 13:27

Tað var eitt 300 ferðir 1100 metrar stórt øki, sum leyp um vikuskiftið, ið elvdi til flóðalduna í Karrat-fjørðinum í útnyrðingspartinum í Grønlandi, skrivar Arktisk kommando á Facebook.

- Vit kunnu ikki siga, um tað var ein jarðskjálvti, sum elvdi til skriðulopið, ella um grótið var leyst, sigur Tine Larsen, jarðfrøðisgranskari, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hildið verður, at fýra fólk doyðu í flóðalduni leygarkvøldið og uppaftur onnur fleiri fingu skaðar, tá flóðaldan rakti bygdina, Nuugaatsiaq, seint leygarkvøldið, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Fólk í bygdini vórðu sunnudagin flutt burtur við tyrlu út á verjuskipið, Vædderen, sum liggur á fjørðinum. Vandi er framvegis fyri fleiri øðrum skriðulopum í økinum, sigur Arktisk kommandi í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659