May: ES borgarar skulu hava rættindi í Bretlandi

May: ES borgarar skulu hava rættindi í Bretlandi
ES borgarar, sum vóru í Bretlandi áðrenn, skulu hava somu rættindi til almennar tænastur og arbeiðsloyvi sum bretskir statsborgarar
 
23.06.2017 - 13:27

Bretski forsætisráðharttin, Theresa May skýtir upp, at ES borgarar, sum vóru í Bretlandi frammanundan fólkaatkvøðuni um Brexit, skulu hava møguleika at fáa somu rættindi til almennar tænastur og arbeiðsloyvi í Bretlandi, sum bretskir statsborgarar hava.

Tað skjýtur hon upp í samráðingum við ES leiðarar um Brexit.

Formligu samráðingarnar um at taka Bretland úr ES byrjaðu mánadagin, og uppskotið hjá Theresu May er tað fyrsta, sum bretska stjórnin hevur lagt á borðið.

Báðir partar hava sagt, at rættindi hjá ES borgarum í Bretlandi og bretskum borgarum í ES, verður eitt av fyrstu málunum, sum skal avgreiðast í samráðingunum.

Síðan bretska fólkið atkvøddi fyri at taka Bretland úr ES, hevur nógv orðaskifti verið um rættindini hjá teimum trimum milliónum ES borgarum, sum eru búsitandi í Bretlandi, og teimum 1,2 milliónum bretunum, sum búgva í hinum ES londunum.

Millum ES borgararnar í Bretlandi eru eisini fleiri føroyingar, sum búgva í Bretlandi við reyðum passi.

Uppskotið hjá Theresu May er, at tað skal taka fimm ár hjá ES borgarum at byggja upp síni rættindi at vera tey somu, sum hjá bretskum statsborgarum. Hetta verður tó bara galdandi hjá teimum, sum vóru búsitandi í Bretlandi frammanundan og stutta tíð eftir fólkaatkvøðuna um Brexit.

Skeringsdagurin er ikki ásettur enn, men roknað verður við, at hann verður einaferð millum mars í ár, og tað stundina, Bretland formliga fer úr ES, um smá tvey ár.

Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, heldur uppskotið hjá bretsku stjórnini vera eina "góða byrjan," hóast sera nógvir spurningar ikki eru svaraðir enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444