Beinleiðis hondbóltur: Føroyar - Makedonia

Beinleiðis hondbóltur: Føroyar - Makedonia
Í kvøld spæla Føroyar og Makedonia undankappingardyst til EM-endspælið. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara
 
21.03.2018 - 12:50

Føroyska A-landsliðið í kvinnuhondbólti spælir sín triðja dyst í undankappingini til EM-endaspælið móti Makedonia í høllini á Hálsi í Havn.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Serbia og Makedonia.

Føroyar taptu í fjør 36-20 fyri Serbia í Beograd og 33-15 fyri Svøríki í Havn.

Makedonia hevur eisini tapt sínar fyrstu tveir dystir.

Útidystin móti Svøríki taptu tær 38-26 og móti Serbia taptu tær á heimavølli 33-27.

Vónirnar hjá kvinnunum eru góðar, og tær vænta ein spennandi dyst í kvøld. Daniella Joensen, Viviann Petersen og hjálparvenjari Sophus Dahl Christiansen vitjaðu morgunsendingina í morgun. 

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í kvøld kl. 18.50.

Tú sært dystin her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026