Fleiri fólk deyð eftir mótmælisgongur

Fleiri fólk deyð eftir mótmælisgongur
Avgerðin um, at Venesuela skal kvetta øll diplomatisk sambond við USA, hevur kravt fleiri mannalív
Mótmælisgongur í Venesuela hava higartil kravt fleiri lív eftir at forsetin hevur útvíst diplomatarnar, USA hevur í landinum koma í kjalarvørrinum á, at forsetin í landinum, Nicolas Maduro, gav diplomatunum hjá USA 72 tímar at fara úr Venesuela
Mynd: AP  
 
25.01.2019 - 07:06

Fleiri fólk eru deyð eftir fleiri mótmælisgongur í Venesuela hesa vikuna. Mótmælisgongurnar koma eftir at forsetin í landinum, Nicolas Maduro, gav diplomatunum hjá USA 72 tímar at fara úr Venesuela.

Avgerðin, um at diplomatisku sambondini skulu kvettast, kemur eftir at andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, hevur sagt, at forsetin Maduro er rikin frá valdinum, og andstøðuleiðarin útnevndi seg sjálvan sum fyribils forseta.

Andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, sigur, at hann umhugsar at geva forsetanum Nicolas Maduro grið, um hann ger sítt til, at Venesuela aftur verður eitt fólkaræði, skrivar tíðindastovan AFP.

USA sýtir at fylgja kravboðum

Forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, hevur higartil ikki víst tekin um, at hann ætlar at lata maktina frá sær, og hann tvíheldur um, at fólkið í Venesuela hevur valt seg.

USA sýtir fyri at fylgja boðunum hjá Nicolas Maduro um at kvetta øll diplomatisk sambond við Venesuela. USA hevur av trygdarávum sent tey flestu embætisfólkini heim, og bara nøkur fá eru eftir, so sendistovurnar kunnu vera opnar hóast støðuna.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann stuðlar forsetanum, Nicolas Maduro, upplýsir Kreml. Tað hendir eftir at fleiri onnur lond, teirra millum USA, hava víst sín stuðul til andstøðuleiðaran, Juan Guaidó, sum í gjár útnevndi seg sjálvan sum forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112