Flokkurin, Sannfinnlendingar, stóra framgongd

Flokkurin, Sannfinnlendingar, stóra framgongd
Í desember fekk flokkurin 8 prosent av atkvøðunum, men í nýggjastu veljarakanningini er undirtøkan tvífaldað, og kann gerast næststørsti flokkur
 
14.04.2019 - 14:01

Men sambært nýggjastu veljarakanningunum, fer eingin flokkur at fáa 20 prosent av atkvøðunum á valinum til finska Ríkisdagin í dag, og tað er óvanligt, skrivar svenska kringvarpið.

Sosialdemokratarnir, sum hava verið í andstøðu síðani seinasta val, standa til at fáa 19 prosent av atkvøðunum. Veljarakanningin vísur eisini, at nógvir veljarar hava ikki tikið støðu til, hvar tey seta krossin.

Flokkurin, Sannfinnlendingar, hevur arbeitt hart undir valstríðnum, og fær alsamt størri undirtøku, sigur svenska kringvarpið.

Tætt millum flokkarnar

Formaðurin fyri Sannfinnlendingar, og sum eisini situr í ES-tinginum, Jussi Halla-aho, sigur við SVT, at fólk skulu velja flokkin, tí Sannfinnlendingar er einasti flokkur, sum kann steðga skaðiligu tilflytingini til Finnlands.

Bara trý prosent eru á muni millum Sosialdemokratarnar og Sannfinnlendingarnar. Í seinastu veljarakannignunum er tað Sannfinnlendingarnir, sum hava tikið seg mest fram. Í desember fekk flokkurin átta prosent av atkvøðunum, men í nýggjastu veljarakanningini er undirtøkan tvífaldað.

Ein orsøk til tað er, at persónar av útlendskum uppruna eru undir illgruna fyri at hava verið við í fleiri tíggjutals kynsligum brotsverkum móti børnum. Hetta hevur elvt til drúgvt kjak í Finnlandi, skrivar svenska kringvarpið.

Sannfinnlendingarnir fáa eftir øllum at døma eitt gott val, men allir aðrir flokkar hava boðað frá, at teir fara ikki í stjórn saman við Jussi Halla-aho.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585