Harði jarðskjálvtin í Peru elvt til streymloysi

Harði jarðskjálvtin í Peru elvt til streymloysi
Harður jarðskjálvtin, ið rakti Peru, hevur elvt til at fleiri býir hava hvørki streym ella telefonsamband
 
26.05.2019 - 16:46

Fleiri býir í Peru hvørki hava streym ella telefonsamband, eftir at harður jarðskjálvti rakti norðara part av Peru tíðliga í morgun.

Miðdepilin í skjálvtanum var nakað eystanfyri býin Moyo-bamba, skrivar Reuters. Amerikanski jarðfrøðisstovunurin sigur, at jarðskjálvtin lá um 8,0 á styrkislistanum, men mátingar hjá myndugleikum í Peru vísa at styrkin var 7,2.

Jarðskjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum, Lima, og ræðslusligin fólk tustu út á gøturnar. Higartil eru ongar fráboðanir um fólkaskaða, og men nakrir bygningar hava fingið skaða. 

Jarðskjálvtin var 114 km undir jørð. Vanligt er, at jarðskjálvtar, sum eru grynnri enn hetta elva til stórar oyðileggingar. Í 2007 rakti ein jarðskjálvti Peru, og tá doyðu 600 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129