ES-toppfundur um lyklastørv

ES-toppfundur um lyklastørv
Toppfundurin í Brússel í gjár millum teir 28 stjórnarleiðarar í ES-londunum endaði úrslitaleysur
 
21.06.2019 - 14:19

Á fundinum skuldu forsætisráðharrarnir semjast um, hvør skal hava lyklastørvini eftir valið til ES-tingið í mai mánað, men tað eydnaðist ikki, hóast fundarvirksemið helt á til út ímóti morgni.

Umframt at velja formann í ES-nevndini og onnur týðandi størv skuldu stjórnarleiðararnir eisini semjast um høvuðsmálini fyri virksemið hjá ES næstu fimm árini. Tí verður ES-toppfundur longu aftur 30. juni.

Mest týðandi starvið at seta er formansstarvið í ES-nevndini, sum fyrrverandi forsætisráðharrin í Luxembourg, Jean-Claude Juncker, hevur røkt seinastu fimm árini.

Margrethe Vestager í uppskoti

Ein teirra, sum er í uppskoti at avloysa Juncker, er danska Margrethe Vestager, ið hevur havt um hendur kappingarmál, meðan Jean-Claude Juncker hevur verið nevndarformaður.

Seinastu dagarnar hevur ein annar dani eisini verið nevndur sum formansevni í ES-nevndini. Tað er Lars Løkke Rasmussen, ið varð noyddur at lata møguleikan at skipa stjórn upp í hendurnar á Mette Frederksen, tá sosialdemokratarnir og stuðulsflokkar hansara í Fólkatinginum fingu meiriluta har.

ES-nevndarformaðurin kann sammetast við forsætisráðharran í eini ríkisstjórn. Haraftrat skulu stjórnarleiðararnir avgera, hvør skal vera forseti í ES, hvør skal umboða ES í uttanríkismálum og hvør stjórin í evropeiska miðbankanum skal vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391