Færri ferðafólk í Grønlandi

Færri ferðafólk í Grønlandi
Færri ferðafólk koma nú til Grønlands eftir støðugan vøkstur síðani 2014
 
01.11.2019 - 08:10

Visit Greenland vísir á, at stívliga trý prosent færri útlendsk ferðafólk eru komin til Grønlands í ár. Annars er ferðafólkatalið vaksið seinastu fimm árini, millum trý og tíggju prosent um árið.

Visit Greenland heldur, at ein frágreiðing kann vera tann, at øll gisting í Ilulissat, sum er nógv best umtókta ferðamál í Grønlandi, er útseld langt fram í tíðina. 

Hetta kann fáa ferðafólk at setast aftur. Visit Greenland fer nú at kunna útlendingar um onnur ferðamál í Grønlandi enn Ilulissat. Eisini verður miðað eftir at fáa ferðafólk at koma alt árið, og ikki bara um summarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846