Ísland: 13,4 prosent av fólkunum útlendingar

Ísland: 13,4 prosent av fólkunum útlendingar
Tilsamans 3.050 fólk fluttu til Íslands í triðja ársfjórðingi. Hinvegin fluttu 1.280 fólk av landinum
Tilsamans 48.600 útlendiskir borgarar búgva nú í Íslandi, ið svarar til 13,4 prosent av fólkunum
 
07.11.2019 - 09:28

Meira enn 10 prosent av fólkinum í Íslandi eru útlendingar. Í september var fólkatalið í Íslandi góð 362.000, 186.000 menn og 176.000 kvinnur.

Av teimum 362.000 fólkunum, sum nú búgva í Íslandi, eru 48.600 útlendskir borgarar, tað svarar til 13,4 prosent av samlaða fólkatalinum í landinum.

230.000 fólk búgva í høvuðsstaðarøkinum og 130.000 uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Tað skrivar heimasíðan hjá íslendska Morgunblaðnum.

3.050 fólk fluttu til landið í triðja ársfjórðingi. Flestu fólkini komu úr Póllandi (790), Danmark (310), Litava (250), Svøríki (210) og Noregi (140).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844