Ráðharrar í Namibia farnir frá

Ráðharrar í Namibia farnir frá
Tveir ráðharrar í Namibia hava lagt frá sær eftir at tað er komið fram, at íslendska reiðaríið Samherji hevur mutrað seg til fiskikvotur
Fiskimálaráðharrin, Barnhard Esau (á myndini), og løgmálaráðharrin í Namibia hava lagt frá sær, í kjalarvørrinum av gøluni um Samherja
Mynd: RUV  
 
14.11.2019 - 16:31

Bæði fiskimálaráðharrin og løgmálaráðharrin í Namibia hava nú lagt frá sær, í kjalarvørrinum av gøluni um Samherja, sum hevur mutrað seg til kvotur í afrikanska landinum.

Jóhannes Stéffansson, fyrrverandi nevndarformaður í Samherja, sigur, at Samherji hevur mutrað fleiri embætisfólk og politikkarar í Namibia og at bæði fiskimálaráðharrin og løgmálaráðharrin eru millum tey, sum hava tikið ímóti mutri.

 >> SÍ EISINI Samherji hevur mutrað í 10 ár

Frammanundan hevur stjórin í íslendska felagnum, Samherja, Torsteinn Már Baldvinsson, lagt frá sær, til kanningin av felagnum er liðug. Tað boðar íslendska felagið frá. Meðan kanningin verður gjørd, verður Bjørgólfur Jóhannsson, virkandi stjóri.

Felagið Samherji hevur sjálvt sett kanning í verk, og hevur sett norska og altjóða løgfrøðingafyritøkuna, Wikborg Rein, at kanna viðurskiftini, og hon skal samskifta beinleiðis við nevndina í Samherja.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938