Leita nú eftir lodnu

Leita nú eftir lodnu
Nú er greitt, at leitað verður eftir lodnu við Ísland kortini
Ísland útflutti lodnu fyri slaka milliard í okkara pengum í 2018
 
09.01.2020 - 08:09

Felagið hjá teimum, sum eru í íslendsku fiskivinnuni, og havrannsóknarstovnurin høvdu fund í gjár. Har varð samtykt, at tvey uppsjóvarskip og havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fara at leita mánadagin.

Leitingin hjá uppsjóvarskipunum kostar góðar 3,2 milliónir krónur í okkara pengum. Havrannsóknarstovnurin rindar helvtini av teimum, skrivar Morgunblaðið.

Atfinningar hava verið frá vinnnuni og størstu kommununi á Eysturlandinum nú í vikuni, tí eingin leitar eftir lodnu.

Íslendski statskassin misti nógvan pening

Seinast, leitað varð eftir lodnu, var í oktober í fjør. Tá var eingin lodna at síggja. Í fjør varð eingin lodna fiskað í Íslandi, tí eingin lodna var at fáa. Hetta var fyrstu ferð í hálva øld, at tað hendi.

Hóast okkurt skip leitaði í 75 dagar í fjør, var eingin lodna at finna. Mett verður, at íslendski statskassin misti okkurt um 250 milliónir krónur í fjør, tí eingin lodna var.

Í 2018 útflutti Ísland lodnu fyri slaka milliard krónur í okkara pengum. Føroyingar hava lodnukvotu í íslendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846