USA og Taleban skrivað undir friðaravtalu

USA og Taleban skrivað undir friðaravtalu
Sambært avtaluni fara USA og Nato at taka allar sínar hermenn úr landinum í seinasta lagi um 14 mánaðir
Avtalan ber í sær, at longsta kríggj, sum USA hevur verið í, endar
 
29.02.2020 - 15:38

Eftir drúgvar samráðingar hava USA og hernaðarliga Taliban-rørslan í Afganistan skrivað undir friðaravtalu.

Amerikanski uttanríkisráðharrin var hjástaddur, tá skrivað varð undir avtaluna í Doha, sum er høvuðsstaður í Qatar.

Avtalan gevur vón, at longsta kríggið í amerikansku søguni - tað hevur vart í 18 ár - fer at enda, og at fleiri túsund amerikanskir hermenn kunnu takast úr Afghanistan.

Sambært avtaluni fara USA og Nato at taka allar sínar hermenn úr landinum í seinasta lagi um 14 mánaðir, skrivar Reuters.

Afturtøkan er treytað av, at Taliban heldur sínar skyldur í avtaluni við USA.

Eftir 135 døgum fer USA at skerja talið á hermonnum í Afganistan úr 12.000 niður í 8.600.

Avtalan ásetir eisini, at USA fer at seta tiltøk móti limum í Taliban úr gildi fyri 1. august í ár.

Samstundis verða umleið 5.000 Taliban-fangar latnir leysir, og Taliban fer sínum lagi at lata 1.000 fangar leysar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129