Flóttafólk úr Afganistan: ES vil hava felags leist

Flóttafólk úr Afganistan: ES vil hava felags leist
Innanríkisráðharrarnir í ES-londum eru á snarfundi í Brússel í dag
Innanríkisráðharrarnir í ES eru á snarfundi, har teir viðgera støðuna í Afganistan.
 
30.08.2021 - 15:06

ES ætlar at sleppa undan stórum tali av afganum, sum biðja um friðskjól í Evropa, eftir at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan.

- Út frá tí, sum vit hava lært, vilja ES og limalondini hava felags leist, so at stórar fjøldir av flóttafólki ikki koma, uttan tamarhald er á støðuni, soleiðis sum tað hevur verið áður. Og tí orða vit nú eitt samskipað og vælskipað svar, stendur í fráboðan frá innanríkisráðharrunum í ES.

Tað skrivar Reuters.

Ráðharrarnir eru á snarfundi í Brússel í dag, har tosað verður um avleiðingarnar av kreppuni í Afganistan, og fráboðanin verður almannakunngjørd seinni í dag, skrivar Reuters.

Í síðstu viku kunngjørdi ES, at samveldið fer at veita Afganistan og grannalondunum størri fíggjarligan stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018