Bretska flogvápnið fylgdi russiskum stríðsflogførum

Bretska flogvápnið fylgdi russiskum stríðsflogførum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt Trine Bramsen, verjumálaráðharra, hvat hon veit um russisku flogførini
Tað vóru flogfør av hesum slagnum, sum fylgdu russisku stríðsflogførunum í gjár.
 
03.02.2022 - 08:28

Bretska flogvápnið, RAF, fylgdi í gjár fýra russiskum stríðsflogførum úr loftrúminum, sum Bretland varðar av.

Hetta var norðan fyri Skotland og vestan fyri Hetland. 

Russisku flogførini eru av slagnum, sum eitur Bear. 

Flogførini vóru tó ikki í sjálvum bretska loftrúminum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur longu spurt Trine Bramsen, verjumálaráðharra, hvat hon veit um russisku flogførini, sum kanska vóru í føroyskum loftrúmi, í øllum føri vóru tey tætt við føroyska loftrúmið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846