Leggur fýra landspartar undir Russland

Leggur fýra landspartar undir Russland
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin
Nógv fólk hava sagt frá, at tey vórðu hótt at atkvøða fyri at leggja saman við Russlandi, og nógv lond hava síðani boðað frá, at tey ikki góðkenna fólkaatkvøðuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.09.2022 - 12:40

Í dag fer russiski forsetin, Vladimir Putin, væntandi formliga at innlima teir fýra hersettu ukrainsku landspartarnar, Luhansk, Donetsk, Saborizia og Kherson, í Russland. 

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av valúrslitunum av fólkaatkvøðuni, sum Russland skipaði fyri í teimum fýra landspørtunum.

Fyri einari viku síðani byrjaði ein fólkaatkvøða í øllum landspørtunum, og hon endaði týsdagin. Stórur meiriluti var í øllum landspørtunum fyri at leggja saman við Russlandi, siga russiskir myndugleikar.

Nógv fólk hava sagt frá, at tey vórðu hótt at atkvøða fyri at leggja saman við Russlandi, og nógv lond hava síðani boðað frá, at tey ikki góðkenna fólkaatkvøðuna, og heldur ikki at ukrainsku landspartarnir gerast partur av Ruslandi.

Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Flemming Splidsboel Hansen, trygdarserfrøðingur og granskari á Dansk Institut for Internationale Studier, segði soleiðis:

 

30092022_Innliman_i_Russland

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360