Putin: Atsóknin at gassleiðingum er altjóða yvirgangur

Putin: Atsóknin at gassleiðingum er altjóða yvirgangur
Í dag verður fundur í trygdarráðnum hjá ST, har gasslekarnir í Eystrasalti vera til umrøðu
 
30.09.2022 - 08:55

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur atsóknirnar at gassleiðingunum í Eystrasalti vera altjóða yvirgang, og uttan fordømi.

Tað segði hann í samrøðu við turkiska forsetan, Erdogan, í gjár.

Tað boðar russiska stjórnin frá, sambært Reuters.

Talsmaðurin hjá Putin, forseta, Dmitrij Peskov, hevur fyrr sagt lekarnar á gassleiðingarnar stava frá yvirgangi.

Peskov hevur víst aftur, at Russland hevur nakað við atsóknina at gera, men sigur USA hava ábyrgdina.

Í dag verður fundur í trygdarráðnum hjá ST, har gasslekarnir í Eystrasalti vera til umrøðu. Russland hevur biðið um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360