Bankarnir bjálvaðir at taka skrædl í alivinnuni

Bankarnir bjálvaðir at taka skrædl í alivinnuni
Váðaráðið hevur greinað støðuna
Alivinnan hevur í høvuðsheitum fígging uttanlands (Savnsmynd)
 
12.12.2022 - 11:16

Føroysku bankarnir eru bjálvaðir til at standa ímóti, um alivinnan fór av knóranum.

Tað vísa greiningar, sum Føroya Váðaráð hevur gjørt.

Kannað var, hvat avleiðingarnar høvdu verið fyri føroysku bankarnar, um øll alivinnan fór av knóranum, og síðani var endurreist. 

Føroysku bankarnir hava lutfalsliga avmarkaða eksponering mótvegis laksaaling, av tí at alivinnan er væl konsoliderað, og í høvuðsheitum fíggjar seg uttanlands.

Greiningin hjá Føroya Váðaráði kemur sostatt til ta niðurstøðu, at føroysku bankarnir eru bjálvaðir til at standa ímóti einum slíkum stoyti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595