USA lopið á mál í Jemen

USA lopið á mál í Jemen
Lopið var á 14 mál hjá houtiarum, sum ætlaðu at skjóta rakettir
Tað er ikki fyrstu ferð, at USA hevur lopið á mál hjá houtiatum í Jemen. Henda myndin er frá 12. januar, tá USA og Bretland í felag søktu at málum hjá houtiarum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.01.2024 - 08:36

USA leyp í gjár á fleiri mál hjá houthiarum í Jemen, sigur eitt embætisfólk við CBS News.

Amerikanska herleiðslan váttar hetta í fráboðan. Tey 14 málini vóru, sambært fráboðanini, rakettir, sum vóru til reiðar at verða skotnar avstað.

Álopini koma eftir, at eitt skip, sum ein amerikanari eigur, var rakt av eini dronu í Reyðhavinum í gjár, skriva bretski felagsskapurin fyri skipavirksemi, UKMTO, og trygdarfyritøkan Ambrey.

CBS News skrivaði í nátt, at álopini á mál í Jemen vóru ætlað støðum, har fyrireikingar vóru til nýggj álop á skip.

Hetta eru fjórða umfar av álopum í slaka viku, eftir at houthiararnir hava framt fleiri álop á skipaferðslu í Reyðahavinum.

Amerikanskir myndugleikar hava váttað upplýsingarnar fyri AP og Reuters. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120