Netanyahu góðtekur ikki krøv frá Hamas

Netanyahu góðtekur ikki krøv frá Hamas
Fleiri enn 25.000 fólk eru deyð í Gasa, síðani Ísrael leyp á eftir Hamas-álopini á Ísrael 7. oktober
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, vísir øllum krøvum frá Hamas aftur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2024 - 08:21

Treytirnar, sum Hamas hevur sett fyri at lata ísraelskar gíslar leysar, verða ikki gingnar á møti. 

Tað sigur ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, ið ikki vil góðtaka gíslatreytirnar.  

- Hamas krevur, at vit taka herdeildirnar aftur úr Gasa, gevast við krígnum og lata allar dráps- og neyðtøkumenn hjá Hamas leysar. Eg kann als ikki góðtaka krøvini, sigur Netanyahu í einari viðmerking við ísrelska miðilin Haaretz, sambært Reuters. 

 

Hava framvegis 132 gíslar

Í november vórðu annars fleiri gíslaavtalur gjørdar millum stríðandi partarnar. Tá læt Ísrael fleiri enn 240 fangar leysar úr ísrelskum fongslum aftur fyri fleiri enn 100 ísraelskar og útlendskar gíslar.

Sambært ísraelskum myndugleikum hevur Hamas framvegis 132 gíslar.

Í gjár var kunngjørt, at fleiri enn 25.000 fólk eru deyð í Gasageiranum, síðani ísrael gjørdi innrás eftir álopini í ísrael 7. oktober. Harumframt eru 62.000 fólk særd, síðani álopini byrjaðu.

Í gjár fanst ST-aðalskrivarin hvassliga at Ísrael fyri blóðiga kríggið.

- Ísraelska innrásin hevur havt við sær hópoyðileggingar og dráp á sivilfólk, sum eg ikki hava sæð í míni tíð sum aðalskrivari. Tað er hjartanemandi og kann als ikki góðtakast, segði António Guterres.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846