Ísrael bjargað tveimum gíslum

Ísrael bjargað tveimum gíslum
Ísraelski herurin skipaði fyri hernaðaratsókn í Rafah í nátt
Ísrael sigur, at báðir ísraelsmenninir vóru hildnir gíslar í hesum bygninginum. Ísraelski herurin skipaði fyri atsókn í Rafah í nátt og fríaði gíslarnar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2024 - 08:56

Ísraelski herurin sigur seg hava bjargað tveimum gíslum. 

Tað skrivaði AP-tíðindastovan í nátt.

Ísraelski herurin sigur, at í eini hernaðaratsókn í Rafah mánanáttina vóru tveir gíslar bjargaðir úr fangaskapi í Gasageiranum.

Talan er um 60 ára gamla Fernandi Simon Marman og 70 ára gamla Louis Har, skrivar AP-tíðindastovan.

 

Tiknir gíslar 7. oktober

Báðir vóru burturfluttir úr kibbutsini, Nir Yishak, í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober.

Sambært herinum, hava báðir menninir tað gott. Teir eru millum gíslarnar, sum Hamas, sambært Ísrael, framvegis hevur.

Samstundis er boðað frá hørðum álopum á Rafah. 

Palestinskir myndugleikar hava boðað frá, at fleiri tíggjutals fólk hava latið lív ella eru særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846