Februar fer helst at seta hitamet

Februar fer helst at seta hitamet
Hitin á jørðini er hækkaður ógvisliga, serliga seinasta hálva árið
Alt bendir á, at februar fer at seta hitamet og helst mars mánaður eisini. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 10:08

Februar mánaður fer eftir øllum at døma at vera tann heitasti februar, sum higartil er mátaður á jørðini. Og tað sama verður ivaleyst við mars mánaði.

Tað sigur Eigil Kaas, professari í veðurfrøði og veðuralisfrøði á Niels Bohr-stovninum í Keypmannahavn.

Hitin á jørðini er seinnu árini hækkaður rættiliga ógvisliga, sigur professarin og greiðir frá, at serliga hevur seinasta hálva árið verið óvanligt.

Fyribils tøl frá lærda háskúlanum í Maine í USA vátta eisini, at februar fer at seta øll hitamet.

Sambært The Guardian hava mátistøðir í Suðurafrika, Saudiarabia, Indonesia, Japan og Belis seinastu vikuna skrásett hitamet.

Eisini í Marokko hava 12 mátistøðir mátað hita yvir 33,9 stig, sum er met fyri higartil heitasta vetrardagin har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846