Samráðast um gíslar og vápnahvíld

Samráðast um gíslar og vápnahvíld
Egyptaland og Katar hava havt beinleiðis samrøður við Hamas um tilgongdina
Ísrael sigur, at tá álopið á Rafah er av, hevur Ísrael vunnið fullkomnan sigur í krígnum móti Hamas. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
26.02.2024 - 08:39

Ísrael, Egyptaland, Katar og USA eru samd um karmin fyri avtalu um gíslar í sambandi við eina vápnahvíld. 

Tað sigur Jake Sullivan, trygdarráðgevi í USA.

Sullivan sigur í samrøðu við NBC, at samráðst verður framvegis, og at Egyptaland og Katar hava havt beinleiðis samrøður við Hamas um tilgongdina.

 

Ætlan fyri sivilfólk í Rafah

Í gjár segði ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu, at arbeitt verður við at orða eina gíslaavtalu, men at tað er ov tíðliga at siga, at hon er klár.

Sullivan segði eisini í samrøðuni við NBC, at USA heldur, at Ísrael eigur ikki at leypa á Rafah, áðrenn ein ætlan er gjørd fyri, hvussu sivila fólkið verður tryggjað.

Ísrael heldur fast um eitt at leypa á Rafah, og ikki fyrr enn álopið er av, er Ísrael bert fáar vikur frá hava vunnið fullkomnan sigur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846