Nýggjur landbúnaðarpolitikkur í Norra: Bøndur fáa somu løn sum lærarar

Nýggjur landbúnaðarpolitikkur í Norra: Bøndur fáa somu løn sum lærarar
Nú skal lønin, sum norskir bøndur fáa, samanberast við lønir hjá lærarum og sjúkrarøktarfrøðingum, ístaðinfyri lønir innan ídnaðin.
 
12.04.2024 - 09:55

Meirilutin í vinnunevndini í norska Stórtinginum tekur undir við uppskotinum hjá stjórnini um nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum skal økja sjálvbjargni og broyta skipanina, sum roknar út inntøkuna hjá bóndum.

Norski Høgriflokkurin og Vinstriflokkkurin stuðla stjórnini í nýggja uppskotinum. 

Flokkarnir eru samdir um langtíðarætlan at hækka sjálvbjargni upp í 50 prosent.

Meiriluti í vinnunevndini tekur eisini undir við at minka inntøkugjónna millum bøndur og aðrar bólkar innan 2027. 

Nú skal lønin, sum bóndur fáa, samanberast við lønir hjá lærarum og sjúkrarøktarfrøðingum, ístaðinfyri lønir innan ídnaðin. Og djórini skulu eta groftfóður og gras, ístaðinfyri kraftfóður.

Æltanin í stigum at hækka sjálvbjargni snýr seg m.a. um størri framleiðslu av norskari frukt, grønmeti og korni.

Uppskotið var lagt fyri Stórtingið 8. mars, og málið kemur til viðgerar 18. apríl. 

Tá ið norski ráðharrin í landbúnaðarmálum, Geir Pollestad, legði fram uppskotið, legði hann dent á, at treytin fyri, at hetta skal eydnast er, at norðmenn vilja hava norskar vørur, og at framleiðslan skal løna seg.

Vinstriflokkurin og Konservativi flokkurin skriva í felags tíðindaskrivi, at tey vilja í politiskt samstarv við stjórnina um 'nýggja og meira framkomna kós í landbúnaðarpolitikkinum'.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327