Talvlandsliðið beit frá sær

Talvlandsliðið beit frá sær
Tað eydnaðist tveimum telvarum at fáa remis ímóti krútsterku rumensku stórmeistarunum í gjár.
 
15.09.2024 - 10:29

Talvlandsliðið tapti í gjár ikki óvæntað fyri Rumenia, sum er styrkismett sum nummar átta í talvolypiaduni í Budapest.

Kortini eydnaðist føroysku telvarunum at fáa tvey remis, so tað gjørdist 3-1 til Rumenia, ið hevði stórmeistarar á øllum borðum.

Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft megnaðu at fáa hálvt stig í part, meðan Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol máttu lúta.

Í dag telva Føroyar ímóti Irak, ið er styrkismett lægri, og sum Føroyar hava vunnið ímóti báðar ferðirnar, londini hava møtst, í 1972 og 1984.

Føroyar hava eftir fýra umfør tapt tveir dystir og vunnið tveir, og eru nummar 75 av teimum 187 londunum, sum eru við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025