Georgia: Forsetin sýtir fyri at leggja frá sær

Georgia: Forsetin sýtir fyri at leggja frá sær
Salome Zurabisjvili góðkennir ikki úrslitið av tjóðartingsvalinum í oktober
Salome Zurabisjvili, forseti, hevur eisini gingið mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Tblisi. Hon sýtir fyri at leggja frá sær.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.12.2024 - 11:30

Forsetin í Georgia fer at leggja frá sær, sjálvt um tíðarskeið hennara rennur út seinni í desember.

Tað gjørdi Salome Zurabisjvili greitt í sjónvarpsrøðu fyri georgiska fólkinum um vikuskiftið.

Tað er tjóðartingið, sum velur forsetan. Men Zurabisjvili góðkennir ikki úrslitið av tjóðartingsvalinum í oktober. Og sambært henni kann eitt ólógliga valt tjóðarting ikki velja nýggjan forseta.

Flokkarnir, sum taptu valið, skuldseta flokkin hjá sitandi forsætisráðharra, Irakli Kobakhidze, fyri at hava framt valsvik í oktober. 

 

Løgreglan í Georgia hevur steðgað mótmælisgongum við harðari hond. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Roynir at sleppa upp í ES

Georgia hevur síðstu árini roynt at gerast partur av ES. Men russisktvinarligi flokkurin, sum vann tjóðartingsvalið í oktober, vil steðga á við hesi gongd, og samráðingarnar við ES eru fyribils útsettar til 2028.

Síðstu dagarnar hava verið ógvusligar mótmælisgongur í fleiri býum í Georgia. Løgreglan hevur steðgað mótmælunum við harðari hond, og tað hevur elvt til fordøming úr fleiri londum í vesturheiminum.

Dmitrij Medvedev, sum er ovasti fyri russisku trygdartænastuna, sigur harafturímóti, at talan er um eina roynd at fremja kollvelting í Georgia. 

Sambært tíðindastovuni Reuters, sigur Medvedev eisini, at Georgia flytur seg skjótt ukrainska vegin, niður í myrka dýpið. Og tað endar sum oftast galið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175