Nýggja landstingið í Grønlandi hevur havt sín fyrsta fund

Nýggja landstingið í Grønlandi hevur havt sín fyrsta fund
Ein av fyrstu uppgávunum verður at góðkenna nýggja landsstýrið Naalakkersuisut, sum tí eisini tekur við í dag
Nýggi landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, og elsti limur landstinginum, Hans Enoksen, fremstir í skrúðgonguni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.04.2025 - 15:28

Í dag kom nývalda grønlendska tingið - Inatsisartut - saman fyri fyrstu ferð. 

Hans Enoksen, sum er elsti tinglimur, setti tingfundin og minti tinglimirnar á, at antin bylgjurnar ganga høgt ella øll eru samd um kósina, er tað fyrst og fremst fólkinum, sum tingið skal arbeiða fyri.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja tinginum verður at góðkenna nýggja landsstýrið Naalakkersuisut, sum tí eisini tekur við í dag.

Jens-Frederik Nielsen úr Demokraatit verður nýggjur landsstýrisformaður.

Undanmaður hansara, Mute B. Egede úr IA, verður nú landsstýrisformaður í fíggjarmálum. Og Vivian Motzfeldt úr Siumut, har hon nú eisini er blivin floksforkvinna, heldur fram sum landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846