Løgd undir at blanda seg í donsk viðurskifti

Løgd undir at blanda seg í donsk viðurskifti
Føroysku fólkatingslimirnir verða lagdir undir at blanda seg beinleiðis í donsk viðurskifti, nú bæði Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale siga seg stuðla danska ráðharranum
Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, her avmyndaði saman við løgmálaráðharranum Peter Hummelgaard (tað er ikki hann, sum er í vanda fyri at verða koyrdur frá), verða nú løgd undir at blanda seg beinleiðis upp í danskan innanríkispolitikk
Mynd: Savnsmynd  
 
08.04.2025 - 16:44

Føroysku fólkatingslimirnir Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale boða í dag frá, at tey bæði stuðla danska veðurlagsmálaráðharranum Lars Aagaard, sum er í vanda fyri at verða koyrdur frá av Fólkatinginum.

Andstøðan fer allarhelst at leggja misálit fram móti Lars Aagaard, eftir at hann tilvitað hevur afturhildið upplýsingar í sambandi við grøna orkuskiftið í Danmark.

Men føroysku fólkatingslimirnir hava, saman við grønlendska fólkatingsliminum Aaju Chemnitz, í tíðindaskrivi boðað frá, at tey stuðla Lars Aagaard í hesum málinum.

Tað hevur ført til undran eins væl og atfinningar í Fólkatinginum, tí tað er ikki vanligt, at norðuratlantisku umboðini blanda seg beinleiðis upp í donsk viðurskifti.

SF hevur funnist at hesum, og Torsten Gejl, framsøgufólk hjá Alternativet í veðurlagsmálum, undrast á, hví norðuratlantisku tinglimirnir blanda seg í, um Fólkatingið hevur álit á veðurlagsráðharranum.

"Eg haldi hetta er óhóskandi uppílegging í danskan innanríkispolitikk", sigur Torsten Gejl við Ritzau.

 

Onga viðmerking

Tað er ikki eydnast okkum at fáa orðið á Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, men vit hava fingið fatur á Onnu Falkenberg.

Hon sigur, at tey eru samd um ikki at viðmerkja málið meira, men vísa til tíðindaskrivið, sum varð sent út fyrr í dag.

"Vit hava álit á, at ráðharrin frameftir fer at kunna og taka Fólkatingið við á nøktandi hátt. Tí stuðla vit ráðharranum og stjórnini sum heild", siga tey trý í tíðindaskrivinum.

Tey leggja tó afturat, at tað er átaluvert og harmiligt, at Lars Aagaard hevur afturhildið upplýsingum.

Men tey vísa á, at ráðharrin hevur biðið um umbering og ásannað, at kunningin ikki var nøktandi.

Fólkatingið skal í morgin taka støðu til, um tað skal fáa nakrar avleiðingar fyri Lars Aagaard, at hann afturhelt upplýsingum fyri tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632