Musk royndi at fáa Trump at sleppa ætlanini um toll

Musk royndi at fáa Trump at sleppa ætlanini um toll
Ráðgevin hjá amerikanska forsetanum segði eisini um vikuskiftið, at hann vil hava tollfrían handil millum Evropa og Norðuramerika
Elon Musk og Donald Trump í Hvítu húsunum. Royndin hjá Musk at fáa forsetan at sleppa ætlanini um toll miseydnaðist.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.04.2025 - 08:15

Elon Musk, ráðgevi hjá amerikanska forsetanum, royndi at fáa Donald Trump at sleppa ætlanunum um at leggja toll á allar innflutar vørur til USA.

Tað skrivar Washington Post.

Blaðið hevur fingið upplýsingar frá tveimum keldum, sum hava kunnleika um málið, um at Musk, samstundis sum hann á sosialum miðlum finst hvassliga at Peter Navarro, ein av fremstu búskaparligu ráðgevum hjá Trump,  royndi at fáa Trump at broyta kós, men tað eydnaðist ikki.

Musk segði eisini um vikuskiftið, at hann vil hava tollfrían handil millum Evropa og Norðuramerika.

- Hetta hevur Trump neyvan góðkent. Hetta er púrasta ímóti politikkinum hjá Trump nú, sigur Eirik Løkke, ráðgevi í Civita, við norska TV2.

Trump hevur lagt í minsta lagi 10 prosent í tolli á nærum allan innflutning til USA og eykatoll á vørur úr meira enn 60 londum, sum Trump sigur eru tey ringastu.

 

Eirik Løkke. (Mynd Norska TV2)

 

ES 20 prosent

Nýggi amerikanski tollurin er 20 prosent á vørur úr ES, 15 prosent á vørur úr Noregi. KKina verður serliga meint rakt, og var í gjár hótt við 50 prosentum í tolli. 

Tað merkir fyri kinesiskar vørur, at samlaði tollurin nú er 104 prosent, tá ið tær verða innfluttar til USA.

Musk verður taldur millum heimsins ríkastu menn og stuðlaði valstríðnum hjá Trump við stórari peningaupphædd. 

Tá ið Trump tók við sum forseti í januar í ár, gav hann Musk ábyrgdina fyri nýggju effetiviseringsumsitingini, stytt DOGE, sum síðani hevur framt stórar sparingar í almenna geiranum og arbeiðspláss.

Gitt hevur verið, at Musk er á veg úr uppgávuni sum ein av fremstu ráðgevum hjá Trump. 

Hvítu húsini hava váttað, at hann fær ein minni sjónligan politiskan leiklut, tá ið arbeiðið í DOGE er liðugt.

Tað er ógreitt, nær tað verður, skrivar Washington Post, sambært norska TV2.            

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817